Barsilsskipanin eigur 60 mill. kr.

Barsilsskipanin eigur 60 mill. kr.
Skipanin hevur havt avlop seinastu sjey árini, og tí er ikki neyðugt at hækka inngjaldið
 
29.10.2013 - 09:37

Í staðin fyri at krevja meira inn, tá hall er, eigur Barsilsskipanin at sleppa at flyta avlop millum ár.

Vinnumálaráðið hevur spurt Fíggjarmálaráðið, um hetta ber til.

Fíggjarmálaráðið hevur ikki svarað enn.

Vinnumálaráðið hevur eisini kannað, um loysnin er at stovna ein grunn.

Men tað fer at kosta ov nógv í umsiting, so tað verður ikki loysnin.

Vinnumálaráðið sigur, at seinastu sjey árini hevur Barsilsskipanin hava slakar 60 milliónir krónur í avlopi.

Ætlanin er ikki at hækka inngjaldið, nú nógvar broytingar skulu gerast í Barsilsskipanini.

Vinnumálaráðið væntar, at fimm vikur afturat í barsilspengum, tríggjar til mammuna og tvær til pápan, fara at kosta góðar átta milliónir krónur um árið.

Og fleiri vikur til tvíburðaforeldur og foreldur at ov tíðliga føddum børnum fara at kosta 575.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979