Matvørur gerast framvegis dýrari

Matvørur gerast framvegis dýrari
Annars hækka prísirnir ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt, skrivar Hagstovan
Summar matvørur fáast fyri lágpris, men tær flestu eru vorðnar dýrari.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
20.12.2024 - 10:14

Prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt, skrivar Hagstovan.

Prísirnir eru hækkaðir 0,8 prosent frá november í fjør til november í ár.

Vit skulu aftur til november 2020 fyri at síggja ein lakari prísvøkstur.

Vit skulu aftur til november 2020 fyri at síggja ein lakari prísvøkstur, skrivar Hagstovan.

Men prísvøksturin á mati er framvegis stórur samanborið við prísvøksturin á øðrum vørum og tænastum.

Útreiðslur til býli eru minkaðar 2,7 prosent seinasta árið. Oljan er 7,5 prosent bíligari nú.

Prísirnar á klæðum og skógvum er farnir 2,1 prosent niður.

Men matvørur eru vorðnar dýrari, kjøtið er 7,2 prosent dýrari, grønmeti 5,3 prosent og mjólk, ostur og egg eru 3,7 prosent dýrari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928