Jobmatch 2024: - Áhugin er vaksandi

Jobmatch 2024: - Áhugin er vaksandi
Mánadagin verður vælumtókta stevnan Jobmatch aftur á skrá, og higartil hava áleið 250 starvslesandi og onnur teknað seg
Aftur í ár verur vælumtókta starvsstevnan Jobmatch í Norðurlandahúsinum
Mynd: Savnsmynd  
 
28.12.2024 - 13:20

Aftur í ár verður skipað fyri jobmatch, har arbeiðsgevarar og starvslesandi og tey, ið søkja nýggjar leiðir, kunnu práta um arbeiðsmøguleikar. 

Og áhugin er vaksandi, sigur Katrin Gregersen, fyriskipari av Jobmatch. 

Higartil hava áleið 250 starvslesandi og onnur tekna seg, meðan 77 umboð hjá fyritøkum verða at hitta á degnum, sum verður hildin 30. desember 2024. 

 

Tað snýr seg um at skapa sambond

Jobmatch er ein starvsstevna, sum ger tað møguligt hjá áhugaðum at koma í sambandi við tann føroyska arbeiðsmarknaðin. 

- Endamálið er at gera tað møguligt at skapa og viðlíkahalda sambandi millum tann føroyska arbeiðsmarknaðin og tey lesandi, nýútbúgvin og tey, sum ynskja at kunna seg um nýggjar møguleikar á tí føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Katrin Gregersen.

 

Fyri øll við áhuga

Jobmatch er bæði roknað starvslesandi heima og uttalands, sum ynskja at fáa fótin innum hjá føroyskum fyritøkum. Men stevnan er eisini fyri tey, ið á annan hátt eru áhugað í at koma í samband við fyritøkur, sigur Katrin Gregersen.

Tað kunnu verða sarvslesandi, ið ynskja at koma í sambandi við ein samstarvsfelag til eina uppgávu. Ella tað kunnu verða tey, ið ikki eru farin undir lestur enn, men sum leita sær íblástur til, hvat tann føroyski arbeiðsmarknaðurin fer at hava tørv á frameftir. 

 

Fjølbroyttar vinnugreinar

Ymiskar vinnugreinir verða til staðar á Jobmatch í ár, bæði innan gransking, KT, heilsu, alivinnu og handverksfakið, sigur Katrin Gregersen.

Tilsamans plaga upp til 500 lesandi og onnur áhugað at koma á Jobmatch, og enn ber til at bíleggja eitt jobprát. Evstamarkið er 29. desember kl. 12. Hetta er tó ikki eitt krav fyri at verða við. 

 

Fyrilestrar, prát og tónleikur

Ymiskir fyrilestrar vera á degnum, og eisini ber til at práta við umboð hjá fyritøkum, sum eru til staðar á degnum.

Tað er ókeypis at luttaka og tiltakið verður í Norðurlandahúsinum mánadagin 30. desember kl. 12.

Sum nakað nýtt í ár endar tiltakið við einum tónleikainnslagið, sum Jazzygold fer at framføra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928