2025 er fagnaðarár í katólsku kirkjuni

2025 er fagnaðarár í katólsku kirkjuni
- Hetta er ritual og hevur stóran týdning fyri katolikkar, greiður Róland í Skorini, fyrrverandi lektari í religiónsfrøði í Studentaskúlanum í Hoydølum, frá
Róland í Skorini er fyrrverandi lektari í religiónsfrøði í Studenta- og HF-skeiðnum í Hoydølum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.01.2025 - 16:51

Vatikanið í Rom væntar meira enn 30 milliónir pílagrímar í ár, tí í hesum heilaga ári, 2025, fáa katolikkar høvið at byrja av nýggjum. Í ár kunnu pílagrímar ganga í fótasporum pávans og gjøgnum heilagu dyrnar í Pæturskirkjuni í Rom, sum vóru latnar upp jólaaftan, - dyrnar eru vanliga afturlatnar.

Bonifatius pávi VIII innførdi hetta í katólsku trúnna, tá ið hann lýsti heilagt ár í 1300. Tá skuldu heilagu árini vera 100. hvørt ár.

Títtleikin var tó rættiliga skiftandi í 14. og 15. øld, til Paulus II. pávi avgjørdi seinast í 15. øld, at heilagu árini skuldu vera 25. hvørt ár. Soleiðis hevur tað verið síðani.

Hoyr samrøðu við Rólant í Skorini um fagnaðarárið.

 

1718018
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV