Foreldrafelagið um telefonnnýtslu: Skúlastýrini eiga avgerðina

Foreldrafelagið um telefonnnýtslu: Skúlastýrini eiga avgerðina
Janus Vang, formaður í Heimi & Skúla, tekur undir við landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum
Janus Vang er formaður í foreldrafelagnum Heim & Skúli.
 
06.01.2025 - 18:00

Skal forboð setast fyri fartelefonum í skúlanum, eigur skúlastýrið avgerðina.

Tað sigur formaðurin í foreldrafelagnum Heim & Skúli, Janus Vang. 

Sostatt legst aftrat teimum røddum, sum seinastu dagarnar hava mælt frá forboði fyri fartelefonum í fólkaskúlanum, síðani løgmaður reisti málið í nýggjársrøðu síni.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Janus Vang tekur undir við leistinum hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um at skúlastýrini skulu taka støðu til hetta málið.

Hann heldur, at landsstýrið eigur ikki at seta telefonforboð fyri allar næmingar.

- Skúlastýrini eiga at taka støðu til, um telefonnýtslan skal avmarkast ella ikki, sigur Janus Vang. 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928