Sendirøð um Ríkisfelagsskapin endursend

Sendirøð um Ríkisfelagsskapin endursend
Nú Ríkisfelagsskapurin er vorðin háaktuellur, fer Kringvarpið at endursenda røðina "O, móðurlandið", ið send var á vári 2023
 
15.01.2025 - 14:46

Á vári 2023 sendi Kringvarpið røðina "O, móðurlandið". 

Í seks pørtum verður ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum, søguliga, politiskt og mentanarliga. 

Nú Ríkisfelagsskapurin er vorðin háaktuellur, fer Kringvarpið at endursenda røðina "O, móðurlandið", og fyrsti partur verður sendur í kvøld. 

 

Sárt og viðbrekið evni

Tað er ikki yvir at dylja, at sendirøðin vakti sterkar kenslur í fólki.

Øll vóru ikki líka fegin, summi vildu vera við, at røðin hevði slagsíðu, og á landsfundi hjá Sambandsflokkinum fullu harmaljóð um røðina.

Sendirøðin vísti helst, hvussu sárt og viðbrekið evnið er, tá ið tað verður lagt út á blik.

 

To be or not to be

Fyrsti partur ber undirheitið "To be or not to be" og snýr seg um, hvussu Føroyar landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum.

Vit fata okkum sum egin, ikki donsk - og tó. Vit eru bæði - ella kanska hvørki? Vit ráða okkum sjálvum, men kortini ikki heilt. Vit rinda fyri okkum sjálvi, men kortini ikki heilt.

Búskaparliga hevur framburðurin síðan aldamótið verið so stórur, at Føroyar teljast millum ríkastu samfeløgini í heiminum í dag. Kortini tykist spurningurin um at ráða sær sjálvum ikki so viðkomandi longur, og hevur ikki verið frammi sum eitt nevnivert tema á seinastu løgtingsvalunum.

Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska sterkari nú enn fyrr. Í hesum fyrsta partinum verður kjølurin strektur frá landnámi til fólkaatkvøðuna í 1946.

Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam løgdu til rættis í 2023. 

 

Hvat: O, móðurlandið
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Mikukvøld kl. 19, og tá tað passar tær á KVF Sjón

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244