- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fótbóltur, hondbóltur ella flogbóltur fær ársins venjara
Jóhan Petur Poulsen úr Víkingi, Mark Lausen-Marcher úr H71 og HSF og Rógvi Nielsen úr flogbóltsfelagnum Ternuni eru í uppskoti til heiðurin sum ársins venjari 2024.
Heiðurin verður latin á Ítróttafagnaðinum hjá Ítróttasambandi Føroya, sum verður 1. februar.
Jóhan Petur Poulsen
Jóhan Petur Poulsen leiddi Víking til føroyameistaraheitið í 2024. Hann er ein felagsins maður, har samanhald er gandaorðið. Hann veit, at skal eitt miðalstórt felag, sum Víkingur, gera seg galdandi í fótbólti, so telja allir smálutir. Tú hittir hann í Víkinga-húsinum ella kring vøllin so at siga sólaringin runt, bæði til dystir og til venjingar hjá øllum liðum og árgangum í felagnum. Hann hevur fingurin á pulsinum og varnast tíðliga gávuríkar leikarar – bæði á dreingja- og gentusíðuni, stendur í grundgevingunum hjá ÍSF.
Mark Lausen-Marcher
Seinasta kappingarár vann Mark Lausen-Marcher FM við blaðunga H71-liðnum, sum hann sjálvur vandi, tá ið hann var ungdómsvenjari. Danin starvast eisini sum ítróttastjóri hjá Hondbóltssambandinum, og hann eigur stóran lut í góðu gongdini í føroyskum hondbólti sum heild. Í fjør stóð hann á odda fyri U06-landsliðnum við monnum, sum endaði nummar 15 av 24 í EM og tryggjaði sær pláss í HM-endaspælinum í summar, skrivar ÍSF.
Rógvi Nielsen
Rógvi Nielsen hevur ótroyttiliga staðið á síðulinjuni sum venjari hjá flogbóltsdreingjunum í Ternuni á Toftum í nógv ár, og hevur skapt trivna og rørðslugleði hjá ungu dreingjunum, sum eisini hava fingið góð úrslit. Seinasta ár vunnu dreingir hansara FM og spældu seg í steypafinaluna. Farna árið hevur Rógvi staðið á odda fyri D14 og D17, og hann hevur megnað at samansjóða aldursbólkarnar og skapa ein breiðan felagsskap, stendur millum annað í grundgevingunum hjá ÍSF.
Ársins venjari er ein persónur, sum skapar eitt ítróttaumhvørvi, ið rúmar bæði breidd og úrvali, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar, skrivar ÍSF. Ítróttafagnaðurin 2024 verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.