Bæði fyri og ímóti friðaravtaluni

Bæði fyri og ímóti friðaravtaluni
Ætlanin er, at friðaravtalan millum Ísrael og Hamas skal setast í verk í trimum stigum
Hesi ganga mótmælisgongu í Jerusalem ímóti vápnahvíldini við Hamas.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.01.2025 - 14:06

Ísrael og Hamas hava gjørt vápnahvíld, sum skal koma i gildi sunnudagin, men enn er óvist, um ísraelska stjórnin fer at góðtaka hana.

Í hvussu er hevur Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, útsett fundin í stjórnini um vápnahvíldina, sum skuldi vera í dag. Forsætisráðharrin sigur, at Hamas roynir at broyta vápnahvíldina. 

Ætlanin er, at vápnahvíldin skal setast í verk í trimum stigum.

Fyrsta stigið verður sett í verk sunnudagin, og síðani skal samráðast víðari um hini bæði stigini, sum tá eru eftir.

 

Petur Petersen, sendimaður. 

 

Álopini á Gasa halda fram, hóast vápnahvíldin kemur í gildi sunnudagin, og tíðindastovurnar skriva, at fleiri enn 30 fólk hava latið lív. 

Reuters skrivar, at roynt verður at fáa bæði Ísrael og Hamas at gevast við álopunum, til vápnahvíldin kemur í gildi. 

Í Ísrael fegnast summi um, at vápnahvíld er fingin í lag, men øll eru ikki so fegin, sigur Petur Petur Petersen, føroyskur sendimaður í Tel-Aviv:

 

16012025_Petur_Petersen

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115