Tríggir gíslar komnir aftur til Ísrael

Tríggir gíslar komnir aftur til Ísrael
Gíslarnir vórðu fluttir út úr Gasageiranum og inn í Suðurísrael, har gíslarnir vórðu kannaðir av einum lækna
Mynd: Menahem Kahana/Ritzau/Scanpix  
 
19.01.2025 - 18:11

Tríggir gíslar í Gasa vórðu seinnapartin fluttir úr varðhaldinum hjá hernaðarrørsluni Hamas og til ísraelskar herdeildir í Gasa.

Flytingin varð gjørd umvegis Reyða Kross.

Hetta boðar ísraelski herurin frá.

Gíslarnir vórðu síðan fluttir út úr Gasageiranum og inn í Suðurísrael, har gíslarnir vórðu kannaðir av einum lækna, boðar herurin frá.

Talan er um tríggjar kvinnur, sum allar hava ísraelskan ríkisborgararætt. Tveir teirra hava eisini ávikavist bretskan og rumenskan ríkisborgararætt.

Kvinnurnar eru 24 ára gamla Romi Gonen, 28 ára gamla Emily Damari og 31 ára gamla Doron Steinbrecher.

Tær hava verið hildin fangi av Hamas í 471 dagar, skrivar blaðið Times of Israel.

Ein ísraelskur embætismaður sigur við Reuters, at heilsan hjá kvinnunum er góð. 

Tær tríggjar kvinnurnar eru fyrstu gíslarnir, sum Hamas í Gasa hevur latið leysar, eftir at vápnahvíldin millum Hamas og Ísrael kom í gildi í morgun.

Hamas hevur bundið seg til at lata 33 gíslar leysar innan næstu seks vikurnar, sambært vápnahvíldaravtaluni.

Samstundis skal Ísrael lata palestinskar fangar leysar úr ísraelskum fongslum.

Ísraelska fongsulstænastan hevur boðað blaðnum Haaretz frá, at 90 palestinar verða leyslatnir í dag.

Teir hava allir verið savnaðir í Ofer-fongslinum, sum liggur á Vestara Áarbakka.

Í USA fegnast fráfarandi forsetin, Joe Biden, um vápnahvíldaravtaluna, sum kom í gildi sunnudagin.

- Í dag eru byrsurnar tagnaðar í Gasa, sigur Biden.

Hann leggur afturat, at Miðeystur er í dag "grundleggjandi broytt", og at tað verður upp til komandi amerikansku stjórnina at tryggja, at Gasa-avtalan verður framd til fulnar.

Í morgin tekur Donald Trump við eftir Joe Biden, sum altso hevur sín seinasta arbeiðsdag í dag.

Næsta fangaskiftið millum Hamas og Ísrael verður leygardagin um eina viku, stendur í almennari fráboðan frá Hamas, skrivar AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091