Sorgardagur í Turkalandi: Í minsta lagi 66 deyð í stórum eldsbruna

Sorgardagur í Turkalandi: Í minsta lagi 66 deyð í stórum eldsbruna
Dagurin í dag hevur verið lýstur sum sorgardagur í Turkalandi, eftir at í minsta lagi 66 fólk lótu lív í einum stórum eldsbruna í nátt og í morgun
Tað gekk meir enn ein tími frá, at eldurin var fráboðaður, til fyrsti brandbilurin kom fram
Mynd: Ihlas News Agency/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.01.2025 - 18:34

Í minsta lagi 66 fólk hava latið lív og 51 onnur hava fingið skaða í einum stórum eldsbruna á einum hotelli í Turkalandi í nátt og í morgun.

Meir enn 230 fólk búðu á hotellinum, sum er í skíðfrítíðarøkinum Kartalkaya í útnyrðingspartinum av landinum, góðar 170 kilometrar frá høvuðsstaðnum Ankara.

Hildið verður, at eldurin kyknaði um 3 tíðina í nátt í eini matstovu á fjórðu hædd á hotellinum, sum hevur 12 hæddir tilsamans.

Sagt verður, at tað var trupult hjá brandbilum at koma til hotellið í nátt orsakað av veðri og frástøðu, og fyrsti brandbilurin var ikki á staðnum fyrr enn ein tíma eftir, at eldurin var fráboðaður. 

Tá sløkkiliðið so kom á staðið, tók tað 10 tímar at fáa tamarhald á eldinum, sum hevði breitt seg til meginpartin av hotellinum.

Enn er ikki greitt, hví eldur kom í, men hetta verður nú kannað. Í sambandi við kanningarnar verða fýra fólk, harímillum hotellstjórin, afturhildin.

Turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan hevur lýst dagin sum almennan sorgardag.

Hotellið, sum er í 12 hæddum, er illa farið av eldinum, sum herjaði í nátt og í morgun. Mynd: Ihlas News Agency/Reuters/Ritzau Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763