Danskir biskupar mæla til at flyta dýra biðidag

Danskir biskupar mæla til at flyta dýra biðidag
Uppskot um at seta dýra biðidag í gildi aftur kemur næsta ár
Danska stjórnin ætlar at seta dýra biðidag í gildi aftur. (Savnsmynd: Videnskab.dk)
 
22.10.2026 - 09:44

Danska stjórnin ætlar at seta dýra biðidag í gildi aftur, uppskot um tað kemur næsta ár, sigur stjórnin. 

Ein meiriluti av donsku biskupunum mælir til at flyta dýra biðidag til um heystið, skrivar Kristaliga dagblaðið.

Thomas Reinholdt Rasmussen, sum er biskupur í Aalborg, tekur undir við broytingini. 

- Liturgiskt hóskar dagurin ikki rættiliga til tíðina millum páskir og hvítusunu. Kanska hevði hann hóskað betur seint í oktober, sigur hann við Kristiligt dagblað.

Sosialdemokratarnir, Vinstriflokkurin og Moderatarnir, sum sótu í stjórn í 2024, strikaðu dýra biðidag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723