- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur eldskaði á Gomlurætt
Stórur eldskaði á Gomlurætt
Sandoyartunnilin var stongdur til klokkan fimm í morgun, tí roykurin lá tann vegin

Politiið veit ikki enn, hví eldur kom í bygningin á Gomlurætt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
22.10.2026 - 10:09
Klokkan tvey í nátt var boðað frá eldi í garasju og arbeiðsskúri við Gomlurætt.
Eldurin var stórur, sigur løgreglan.
Sløkkiliðið er enn á staðnum og fæst við eftirsløkking.
Sandoyartunnilin var stongdur til klokkan fimm í morgun, tí roykurin lá tann vegin.
Neyðugt var eisini at flyta ein bát.
Skaðin er stórur.
Politiið veit ikki enn, hví eldur kom í.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























