Tvey børn fáa staðfest krabba um árið

Tvey børn fáa staðfest krabba um árið
Føroysk børn fáa ikki sama slag av krabbameini sum børn í øðrum londum
Hesi eru við í verkætlanini at kanna barnakrabba.
 
22.01.2025 - 10:45

Eru ílegur ein partur av orsøkini til, at summi føroysk børn fáa krabbamein?

Tað skal nú kannast í eini verkætlan, sum føroyskir granskarar og læknar hava tikið stig til. Absalon Eysturoy, barnalækni, er kliniskur ábyrgdari í verkætlanini.

Í miðal fáa umleið tvey børn um árið staðfest barnakrabba. 

Lutfalsliga er tað nakað tað sama sum í londunum uttan um okkum, men tølini vísa, at føroysk børn fáa ikki sama slag av krabbameini sum børn í øðrum londum.

Hetta kundi bent á, at føroysku ílegurnar hava nakað at siga, tá talan er um barnakrabba.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22012025_Barnakrabbi

 

Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, hava tikið stig til verkætlanina. Rebekka Blak, lækni, fer at standa fyri dagliga virkseminum í samstarvi við Absalon Eysturoy, sum er kliniskur ábyrgdari í verkætlanini, og Marnar Fríðheim Kristiansen, PhD, hevur ein ráðgevandi leiklut.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928