Hesi tølini eru so umráðandi, at eg mátti halda fram

Hesi tølini eru so umráðandi, at eg mátti halda fram
Tað sigur Sæunn Ólavsdóttir Hansen, sum í 30 ár sat við føroysku krabbameinsskránni í frítíðini
 
23.01.2025 - 10:51

Tað var til tíðir einsligt, tí hon var tann einasta, sum sat og skrásetti krabbameinstilburðir í Føroyum, og tí gleddi Sæunn Ólavsdóttir Hansen seg til, tá hon einaferð um árið fór til Danmarkar at arbeiða saman við dønum innan sama øki.

Hetta er eisini eitt arbeiði, sum krevur nærlagni og frið, so Sæunn sat sum oftast við skránni heima við hús, tí á sjúkrahúsinum, har hon annars arbeiddi sum leiðslufulltrúi, leiðandi læknaskrivari og útbúgvingarleiðari á medisinska deplinum, var trupult at hugsavna seg.

- Hagtølini eru so umráðandi fyri gransking í Føroyum, tí at um ein granskari hevur brúk fyri hesum tølunum, so skulu tey ikki sjálvi fáa tølini til vega, men finna tey í skránni, sigur Sæunn um arbeiðið hon hevur gjørt í 30 ár.

Nú hevur Heilsustýrið fingið uppgávuna, og Sæunn er fegin um at arbeiðið heldur fram í føstum kørmum og við fólkum, sum hon sjálv hevur lært upp.

1721773

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928