Lista leigað fyri Glyvursnes

Lista leigað fyri Glyvursnes
Skipið fer í sigling mánadagin á rutuni millum Rotterdam, Tórshavn og Þorlákshöfn
Farmaskipið Lista verður avloysaraskip fyri Glyvursnes.
 
24.01.2025 - 13:04

Smyril Line leigar avloysaraskipið MV Lista fyri Glyvursnes, sum skal umvælast.

Leigusáttmálin er gjørdur, og farmaskipið fer í sigling mánadagin á rutuni millum Rotterdam, Tórshavn og Þorlákshöfn. 

 

 

Glyvursnes skal umvælast á skipasmiðjuni í Frederikshavn. Skipið fekk skaða eftir eina spreinging í maskinrúminum, tá tað lá við kai í Hirtshals 2. januar.

Tað var í sambandi við viðlíkahaldsarbeiði, at spreingingin hendi. Ein av manningini læt lív, og tveir av manningini fingu skaða, annar teirra álvarsligan skaða.

MV Lista varð bygt í 2011 á Odense Staalskibsværft, og er 193 metrar langt og 26 metrar breitt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026