Eingin tyrla var tøk í tveir dagar

Eingin tyrla var tøk í tveir dagar
Týsdagin, tá ið onnur tyrlan hjá Atlantsflogi var venjingartúr, fekk hon eina brekfráboðan umborð, og tyrlan mátti tí seta seg í Vágum til nærri kanningar og at verða umvæld
Hvørgin av tyrlunum hjá Atlantic Airways var tøk herfyri og tí var tilbúgvingin ikki sum hon átti at vera
 
24.01.2025 - 20:12

At tað ikki altíð gongur eftir ætlan mátti tyrludeildin hjá Atlantic Airways ásannað týsdagin.

Flogfelagið hevur sent aðra tyrluna til viðlíkahald, og so hendi tað, sum bara ikki mátti henda. Meðan hin tyrlan fleyg venjingartúr fekk hon einga brekfráboðan umborð, og tí mátti hon seta seg í Vágum, so nærri kanningar kundu gerast og tyrlan kundi umvælast. Hetta hevði við sær, at eingin tyrla var til tilbúgvingina í tveir dagar.

Ironiskt nokk hendi brekið meðan stór tilbúgvingarráðstevna var í Kongshøll í gjár, hósdagin, og tað hevði so við sær, at eingin tyrla var tók hjá Atlantsflogi.

Hetta seinasta kemur eitt sindur óvart á, tí í føroysku tilbúgvingini stendur, at ein tyrla hjá Atlantic Airways skal altíð vera tøk til tilbúgvingina. Fyri at bøta um støðuna varð Brimil lagdur á Tvøroyri, um tað tørvur skuldi verið á bráðfeingisflutningi. Bjarni Kárason Petersen er landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum, og hann heldur tað vera óheppið, at eingin tyrla var tøk í tveir dagar.

Jóhanna á Bergi er stjóri í Atlantic Airways og sambært henni er tað bara hent tvær ella tríggjar ferðir, at eingin tyrla hevur verið tøk.

- Men tá hevur tað bert verið í nakrar fáar tímar ella upp í eitt samdøgur, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog. 

Nú er tilbúgvingin tó aftur uppi og koyrir, tí onnur tyrlan er komin aftur í tænastu í morgun, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri.

 

Hoyr innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða fríggjakvøldið.

1722243

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Gudstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335