Rógving og hondbóltur kappast um Ítróttanavnið 2024

Rógving og hondbóltur kappast um Ítróttanavnið 2024
Olympisku rógvararnir Sára Maria Johansen og Sverri Sandberg Nielsen og hondbóltslandsliðið við kvinnum eru í uppskoti til ítróttanavnið 2024, sum ÍSF letur
Sára Maria Johansen, Sverri Sandberg Nielsen og hondbóltslandsliðið við kvinnum eru í uppskoti til ítróttanavnið 2024
Mynd: Ítróttasamband Føroya  
 
28.01.2025 - 12:52

Olympisku rógvararnir Sára Maria Johansen og Sverri Sandberg Nielsen, sum bæði kappaðust til OL í París í summar, og hondbóltslandsliðið við kvinnum, sum í vetur var við í sínum fyrsta EM-endaspæli, eru í uppskoti til ítróttanavnið 2024.

Heiðurin verður latin ítróttafólki ella liði, sum hevur skarað framúr í føroyskum ítrótti farna árið, og tað er Ítróttasamband Føroya, sum letur heiðurin á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll 1. februar. 

 

Hondbóltslandsliðið við kvinnum

Í apríl í fjør spældu bestu føroysku hondbóltskvinnurnar seg til sítt fyrsta EM-endaspæl. Ikki nóg mikið við tí - eftir tepurt tap ímóti Sveis í fyrsta dystinum eydnaðist at spæla javnleik ímóti Kroatia og vinna sær fyrsta EM-stigið. Triði dysturin endaði við tapi ímóti finalistunum úr Danmark. Góða úrslitið í Basel staðfestir bara stóru framgongdina hjá føroyskum hondbóltskvinnum síðstu árini, har fleiri og fleiri spæla í sterkum deildum uttanlands, skrivar Ítróttasambandið millum annað um hondbóltskvinnurnar.

 

Sára Maria Johansen

Sterki rógvarin var við á danska OL-áttaranum í París í summar, og gjørdist sostatt fyrsta føroyska kvinnan til Olympiskar leikir síðan Katrin Olsen í 2008. Á rógvimaskinuni gjørdi Sára Maria Johansen eisini vart við seg, tá hon vann tvey silvurheiðursmerki á 500 metrum í HM og EM-kappingini í inniróðri í harða opna bólkinum. Eins og hondbóltslandsliðið er hon ein fyrimynd fyri gentur og ungar kvinnur, stendur í grundgevingunum hjá ÍSF.

 

Sverri Sandberg Nielsen

Eftir OL-luttøkuna í Tokyo í 2021, har Sverri Sandberg Nielsen endaði á 4. plássi, valdi miðvingurin at taka enn eitt tørn í einskullaranum, og  málið var greitt. Olympisku leikirnir í 2024. Eftir harða venjing og kappingar í tvey ár eydnaðist at rógva seg til OL-luttøku í París, har Sverri Sandberg Nielsen endaði á áttanda plássi samanlagt. Ein av helit fáum føroyingum, sum hava tveir leikir á lívsrenslinum. Sverri Sandberg Nielsen er ein fyrimynd fyri øll ítróttafólk í Føroyum og hevur prógvað, at tað við áræði og miðvísari venjing er møguligt at kappast móti heimsins ítróttaelitu, skrivar ÍSF.

 

Ítróttafagnaðurin 2024 verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044