Eingin útlendskur peningastuðul til valstríð í Danmark

Eingin útlendskur peningastuðul til valstríð í Danmark
Stórur meiriluti er í fólkatinginum fyri at gera sum Grønland, sum eisini forðar fyri útlendskari ávirkan á landstingsvalið
Stórur politiskur meiriluti á Fólkatingi heitir nú á stjórnina um skjótast tilber at leggja fram eitt lógaruppskot, sum skal forbjóða útlendskum peningaligum stuðli til politiskar flokkar og valevni. 
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.02.2025 - 09:28

Fyrr í vikuni samtykti grønlendska landstingið, at tað skal ikki vera loyvt hjá teimum, sum stilla upp til val, at taka ímóti útlendskum pengum til valstríð og annað. Hetta skal fyri at forða útlendskari ávirkan á grønlendska valið, sum verður 11. mars.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, segði tá, at hon helt tað vera ein skilagóð avgerð, sum Fólkatingið eisini átti at umhugsað at sett í verk.

Og nú sær út til, at Fólkatingið fer at gera júst tað. Ein breiður politiskur meiriluti á Fólkatingi heitir nú á stjórnina um skjótast tilber at leggja fram eitt lógaruppskot, sum skal forbjóða útlendskum peningaligum stuðli til politiskar flokkar og valevni. 

Í hesum meirilutanum eru stjórnarflokkarnir og SF, Radikali flokkurin, Eindarlistin, Alternativið, Konservativi flokkurin og Danmarksdemokratarnir, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938