Danskur hernaðargreinari: USA og Bretland verja Føroyar

Danskur hernaðargreinari: USA og Bretland verja Føroyar
Meðan vandi kann vera fyri einum álopskríggi á Evropa um fimm ár, so eru Føroyar tryggar. Orsøkin er, at Føroyar hava so stóran týdning fyri USA, sum verjir okkum
Johannes Riber, hernaðargreinari hjá danska verjuakademinum
11.02.2025 - 19:24

Vit eru næstan vorðin vón við hesa nýggju sjónina, at amerikanskir kavbátar og herskip við byggju í Føroyum.

Og tað hevur eina orsøk, sigur Johannes Riber, hernaðargreinari hjá danska verjuakademinum.

Fregnartænastan hjá donsku verjuni, stytt FE, hevur júst gjørt eina nýggja váðameting fyri støðuna í í støðuna í Evropa.

Har siga tey, at innan ein hálvt ár, er Russland ført fyri at hernaðarligar atgerðir í grannalondum.

Eftir tvey ár kann hugsast, at Russland kann leypa á eitt NATO land við Eystrasalt og um fimm ár er møguleiki fyri einum veruligum kríggi á evropiska fastlandinum.

Men samstundis sigur sama frágreiðing, at Russar ikki fara at tora at leypa á Føroyar.

Frágreiðingin sigur nevnliga, at Føroyar hava so mikið stóran týdning í verjuni av USA, at hóast USA møguliga ikki longur fer at hava áhuga í at verja Evropa, so fara teir at verja Føroyar, fyri sína egnu skuld.

Tó skulu vit ikki vænta heilt at sleppa undan, um ein krígsstøða tekur seg upp.

Í veruleikanum er trygdarstøðan hjá Føroyum framvegis tann sama, sum hon var undir seinna veraldarbardaga. Bretar og amerikanarar hava stóran áhuga í at verja okkum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Leygardag 14. februar
Morgunlestur leygardagur 14.februar 2026
203861
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114