USA: Ukraina má gera neyðsemjur

USA: Ukraina má gera neyðsemjur
Nýggi amerikanski verjumálaráðharrin ger samstundis greitt, at Ukraina fær heldur ikki limaskap í Nato
Nýggi amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, er á toppfundi hjá Nato-verjumálaráðharrunum í Brússel í hesum døgum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.02.2025 - 15:04

Ukraina kann ikki fara aftur til markið, sum var galdandi fyri 2014, og landið kann heldur ikki gerast limur í Nato.

Tað segði nýggi amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, á fundi í kontaktbólkinum hjá londum, ið eru sameind við Ukraina, skriva altjóða miðlar.

Fundurin var í kontaktbólkinum, samstundis sum Nato-verjumálaráðharrarnir hava fund í Brússel í dag og í morgin. 

Pete Hegseh segði, at Donald Trump, forseti, vil hava skjóta loysn á krígnum, og tað ber í sær, at Ukraina noyðist at gera neyðsemjur. 

 

Óveruligar loysnir

Amerikanski verjumálaráðharrin heldur, at samráðingarloysnirnar, sum verða nevndar til tess at enda kríggið millum Russland og Ukraina, kunnu ikki fremjast í verki. M.a. at Ukraina skal fáa limaskap í Nato, og at farast skal aftur til markið, sum var galdandi fyri 2014. 

Pete Hegseth mælti til eina "veruliga meting av vígvøllinum," sum hann tók til. 

- Trygdin eigur ikki at verða veitt gjøgnum limaskap í Nato, men evropeiskar og ikki-evropeiskar deildir skulu veita hesa trygdina, segði amerikanski verumálaráðharrin.

Pete Hegseth gjørdi eisini greitt, at USA fer ikki at senda hermegi til Ukraina. 

Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni:

 

USA_UKRAINA

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210