Seinnu hálvfinalurnar: H71 trý mál frammanfyri samanlagt

Seinnu hálvfinalurnar: H71 trý mál frammanfyri samanlagt
Bæði liðini hjá H71 hava ein lítlan fyrimun, tá tey taka ímóti Neistanum og KÍF í Hoyvík í dag. KvF sendir H71 - Neistan í sjónvarpinum, og stroymir mansdystin á kvf.fo
Maria Halsdóttir Weyhe fegnast um avgerandi málið í fyrru hálvfinaluni ímóti Neistanum
 
15.02.2025 - 11:11

Bæði kvinnu- og mansliðini hjá H71 hava lítlan fyrimun, tá tey taka ímóti ávíkavist Neistanum og KÍF í seinnu hálvfinalunum í steypakappingini í dag.

Maria H. Weyhe avgjørdi fyrra dystin ímóti Neistanum mikukvøldið við málið til 22-21 í evstu løtu, og tí fer H71 á vøllin í Hoyvíkshøllini við lítlum fyrimuni. Fyrra hálvfinalan vísti kortini, at lítið er ímillum liðini, og at heimavallarfyrimunurin ikki neyðturrviliga verður avgerandi.

Dysturin millum H71 og Neistan verður vístur í sjónvarpinum klokkan 16.55.

 

Kollfirðingar stóra avbjóðing

Munurin hjá monnum er ikki nógv størri undan avgerandi dystinum í dag. H71 fekk hálað ein 23-21 sigur í land í Kollafirði, og eftirsum KÍF hevur tapt báðar sínar landskappingardystir í Hoyvík í ár, er okkurt, sum bendir á, at hoyvíkingar enda í steypafinaluni.

Kringvarpið stroymir mansdystin á kvf.fo klokkan 18.55.

 

Faxe Kondi-steypakappingin, seinnu hálvfinalur

Leygardag 15. februar
Kl. 17.00 H71 - Neistin, kvinnur (KvF-sjónvarp)
Kl. 19.00 H71 - KÍF, menn (kvf.fo)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533