Ávara um jarðskjálvta í Íslandi

Ávara um jarðskjálvta í Íslandi
Ein minni skjálvti varð máldur í morgun, og roknast kann við, at ein sterkari skjálvti er á veg í Brennisteinsfjøllunum skamt frá Reykjavík
Ávarað verður um møguleika fyri hørðum jarðskjálvum í Brennisteinsfjøllunum
Mynd: Hornstrandir1/Wikipedia  
 
16.02.2025 - 16:07

Íslendska veðurstovan sigur, at tað er sannlíkt, at ein sterkur jarðskjálvti er á veg í Brennisteinsfjøllunum. 

Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Í morgun varð ein jarðskjálvti í økinum máldur til 2,8 á Richter-stiganum, og roknast kann við upp aftur sterkari skjálvtum, sigur veðurstovan, sum heitir á fólk um at fyrireika seg.

Brennisteinsfjøllini eru millum Hafnarfjørðin og Tórlakshøfn, ikki langt frá Reykjavík, har jarðskjálvtin í morgun eisini sást aftur í mátingum.

Íslendska veðurstovan sigur, at í 1929 og 1968 vóru jarðskjálvtar í Brennisteinsfjøllunum, sum komu upp á 6 á Richter-stiganum. Skjálvtarnir koma av, at norðuramerikansku og eurasisku pláturnar førka seg ímóti hvørji aðrari, og við umleið 50 ára millumbilum førir tað til jarðskjálvtar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878