Eitt av líkunum kann ikki eyðmerkjast

Eitt av líkunum kann ikki eyðmerkjast
Ísraelski herurin sigur, at talan er als ikki um ein ísraelskan gísla yvirhøvur
Hamas útflýggjaði líkini av fyrstu ísraelsku gíslunum í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.02.2025 - 13:46

Fyrstu líkini av ísraelskum gíslum, sum Hamas tók 7. oktober 2023, vóru í gjár útflýggjað Ísrael.

Talan er um fýra lík.

Men sambært ísraelska herinum, kann eitt av líkunum ikki eyðmerkjast. Tað vísa rættarlæknafrøðiligar kanningar.

Líkini, sum skulu latast Ísrael, eru partur av semjuni um vápnahvíld í Gasa, sum var gjørd í síðsta mánað, við stuðli frá USA.

Ísrael skuldi, sambært avtaluni, fáa líkini av 32 ára gomlu Shiri Bibas, og báðum synum hennara, og einum eldri manni. 

 

Líkini, sum skulu latast Ísrael, eru partur av semjuni um vápnahvíld í Gasa. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Ikki ísraelskur gísli

Men ísraelski herurin sigur, at líkið av mammuni er ikki við. Ísraelar vilja vera við, at talan er als ikki um ein ísraelskan gísla yvirhøvur.

Hamas sigur, at líkið, sum skuldi vera av 32-ára gomlu kvinnuni, er helst komið í bland við aðrar menniskjaleivdir, í sambandi við eitt ísraelskt álop, skrivar Reuters.

- Ísrael metir hetta sum grovt avtalubrot, sigur Nanna Muus Steffensen, tíðindafólk hjá DR í Miðeystri. 

Shiri Bibas og synir hennara eru sjálv ímyndin av tí hjartaloysi, sum Hamas vísti í yvirgangsálopinum 7. oktober 2023, tá familjan var tikin til gísla, sigur hon. 

Sí videobrot frá DR her:
 

GISLAR_ISREAL

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091