Ukrainar kenna seg vælkomnar í Føroyum

Ukrainar kenna seg vælkomnar í Føroyum
Yullia Spiridonova og synirnir, Daniil og Rodion, komu til Føroya í mars í fjør
Yullia Spiridonova og synirnir, Daniil og Rodion, og mamma Yulliu, Olena Miezhuieva.
 
25.02.2025 - 10:46

249 ukrainar hava biðið um uppihaldsloyvi í Føroyum, síðani russisku innrásina í Ukraina fyri trimum árum síðani. 

Millum teirra eru Yullia Spiridonova og synirnir, Daniil og Rodion, og mamma Yulliu, Olena, sum komu til Føroya í mars í fjør.

Tey ætla sær eina framtíð í Evropa, kanska Føroyum.

Tey frættu um Føroyar frá vinfólki. Tey ferðaðust higar í seks dagar, gjøgnum Pólland, Týskland og Danmark, og fóru so umborð á Norrønu.

Tað var hart at fara frá øllum teimum, sum tey kendu í Ukraina.

Men móttøkan í Føroyum var góð.

Sjálvboðin hjá Reyða Krossi stóðu fyri teimum, tá tey komu í land, og veittu teimum hjálpina, sum brúk var fyri. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25022025_Ukrainar_i_FO

 

Í løtuni búgva 220 ukranar í Føroyum. Av teimum eru 55 børn yngri enn 18 ár, sum er ein fjórðingur.

Í 2022 búðu 12 ukrainar í Føroyum. 

Í november í fjør høvdu 74 ukrainar arbeiði í Føroyum. 

Tey flestu starvast í framleiðsluvinnuni, heil- og smásølu, gisting og matstovuvinnu, umframt í almennu umsitingini, vísa hagtøl frá Hagstovuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846