Kvæðamentan í miðdeplinum í finaluni í annaðkvøld

Kvæðamentan í miðdeplinum í finaluni í annaðkvøld
​Stórur spenningur er um finaluna í væl umtóktu spurnakappingini "Tú manst vita frá mongum at siga"
 
27.02.2025 - 09:51

Í annaðkvøld verður finalan um føroyskan dans og kvæðamentan, "Tú manst vita frá mongum at siga" í Reinsarínum. Har hittast familjan Johannesen og Nævurbussurnar, sum vóru í harðari kapping um finaluplássini.  

Støkk inn á gólvið og ver partur av áskoðarafjøldini. Dyrnar lata upp kl. 19.45. Í fjør var nærum fullsett, so tað er um at vera stundisligur. 

Spurnakappingin verður eisini varpað beinleiðis í útvarpinum frá kl. 20.30. 

Eftir kappingina, kl. 22.00, skipar Tøkum lætt fyri almennum dansi, har øll eru vælkomin – eisini tú, sum ongantíð hevur roynt føroyskan dans fyrr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520