Á Breddanum: Nýtt landsstýrisfólk og aldursmark á tubbaksvørum

Á Breddanum: Nýtt landsstýrisfólk og aldursmark á tubbaksvørum
Tvey evni eru í sendingini í dag
Dennis Holm er farin frá sum landsstýrismaður. Her er hann avmyndaður á fiskivinnutinginum í Klaksvík herfyri.
 
28.02.2025 - 08:47

Fyri aðru ferð í hálvt ár skal nýtt landsstýrisfólk setast, eftir at løgmaður í gjár loysti Dennis Holm úr starvinum sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum. 

Men hvat hendi, tá landsstýrismaðurin brádliga noyddist at leggja frá sær, hvussu ávirkar hetta stevið í samgonguni, og hvør kann hugsast at taka við sessinum?

Politiskir eygleiðarar viðgera støðuna.

 

Tað er eingin trupulleiki hjá børnum og ungum at keypa snús. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tubbak og forboð

Forboðið riggar ikki.

Hóast 18 ára aldursmark er á tubbaksvørum, hevur ein kanning hjá Kringvarpinum avdúkað, at tað er eingin trupulleiki hjá børnum  og ungum undir 18 ár at keypa snús.

Er tað lagi, at lógin verður brotin? Skal eftirlitið herðast, ella kann sølan yvirhøvur forðast? 

Limir í rættarnevnd løgtingsins vera í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928