Skjóta upp at hava vápnahvíld í ein mánað

Skjóta upp at hava vápnahvíld í ein mánað
Frakland og Bretland eru sinnað at senda friðarvarðveitandi herdeildir til Ukraina, men tað verður ikki fyrr enn vápnahvíld hevur verið galdandi í eina tíð
Frá toppfundinum í London um vikuskiftið. Volodymyr Zelenskyj, Keir Starmer og Emmanuel Macron.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.03.2025 - 08:16

Frakland og Bretland skjóta upp at fáa eina vápnahvíld í ein mánað í krígnum í millum Russland og Ukraina.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, sigur við franska dagblaðið Le Figaro, eftir toppfundin í London í gjár, at Frakland og Bretland mæla til at fáa eina vápnahvíld millum Ukraina og Russland.

Reuters skrivar, at vápnahvíldin skal vera galdandi á vígvøllinum á jørðini, men í luftini, á sjónum, eins og álop ikki skulu gerast á orkustøðir og samferðslukervið.

Frakland og Bretland eru sinnað at senda friðarvarðveitandi herdeildir til Ukraina, men tað verður ikki fyrr enn vápnahvíld hevur verið galdandi í eina tíð, sigur Macron.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097