Evropeisk friðarætlan verður til frama fyri Ukraina

Evropeisk friðarætlan verður til frama fyri Ukraina
Hetta er ein roynd hjá Evropa at styrkja sambandið við USA, sigur Peter Viggo Jacobsen, lektari á danska verjuakademinum
Stundir vóru eisini at hálsfevna ukrainska forsetan, Zelenskyj, á toppfundinum í London um vikuskiftið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.03.2025 - 14:25

Frakland og Bretland skjóta upp at fáa eina vápnahvíld í ein mánað í krígnum millum Russland og Ukraina.

Emmanuel Macron sigur við fronsku avísina Le Figaro eftir toppfundin í London í gjár, at Frakland og Bretland mæla til at fáa eina vápnahvíld millum Ukraina og Russland.

Reuters skrivar, at vápnahvíldin ikki skal vera galdandi á vígvøllinum á jørðini, men í luftini, á sjónum, eins og álop ikki skulu gerast á orkustøðir og samferðslukervið.

Frakland og Bretland eru sinnað at senda friðarvarðveitandi herdeildir til Ukraina, men tað verður ikki fyrr enn vápnahvíld hevur verið galdandi í eina tíð, sigur Macron.

- Ætlanin er til fyrimunar fyri Ukraina og als ikki tað, Russland ynskir. Hetta er ein roynd hjá Evropa at styrkja um sambandið við USA, sigur Peter Viggo Jacobsen, lektari á danska verjuakademinum við danska TV2:


 

PETER_VIGGO_2

 

Vilja ikki samráðast

- Russland er als ikki áhugað fyri samráðingum. Russland vil bara hava Ukraina at geva seg yvir.

Tað sigur Mikhailo Podoljak, sum er ein av høvuðsráðgevunum hjá Zelenskyj, forseta.
 

- Eg vænti ikki, at kríggið endar skjótt, og at tey ófrávíkiligu krøvini hjá Russlandi verða eftirlíkað. Tað er neyðugt at noyða Russland til frið. Russland má rakast fíggjarliga og hernaðarliga, sigur ukrainski ráðgevin.  

- Tað ber ikki til at arbeiða við Russlandi, uttan við tvingsli, ikki lurta eftir og týðiliga greiða frá, hvørji tap teirra gerðir føra til. Ukraina hevur sagt hetta allatíðina, og Evropa er farið at skilja tað, sigur Mikhailo Podoljak við danska kringvarpið.

 

Látast sum um Russland ikki er til

Gro Holm, sum m.a. hevur verið tíðindakvinna hjá norska kringvarpinum í Russlandi í mong ár, heldur, at fundurin í London í gjár, men okkurt bendir á, at leiðararnir á fundinum royna at látast sum um, at Russland ikki er til.

 

Gro_Holm

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229