Krøv um hoyrn avmarka arbeiðsmøguleikar

Krøv um hoyrn avmarka arbeiðsmøguleikar
Sjófólk skulu liva upp til krøv um hoyrn fyri at fáa heilsuváttan. Tunghoyrdur sjómaður stúrir fyri at møguliga missa starvið.
04.03.2025 - 20:38

Símun Johansen dámar væl sjólívið. Hann hevur siglt ein stóran part av sínum lívi, og í løtuni er hann dekkari og kokkur umborð á einum garnaskipi.

Men ivasamt er, um hann kann halda fram sum sjómaður. Tí í august í fjør kom ein kunngerð, ið setur krøv til sjófólk um hoyrn, har kravt verður, at sjófólk á dekkinum ella á brúnni, skulu kunna hoyra teskaða talu í 4 metra frástøðu.

Harafturat verður kravt, at hoyritól bara kann verða brúkt, um váttan er um, at sjófólkið kann røkja vanligar arbeiðsuppgávurnar, harímillum uppgávur í neyðstøðu so leingi heilsuváttanin er galdandi.

"Eg stúri fyri at missa starvið, tí dámar mær best sjólívið. Eg havi siglt í 21 ár, og eg veit ikki, hvat eg skal gera, um eg missi starvið," sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342