USA samráðist við Hamas

USA samráðist við Hamas
Fleiri fundir hava verið millum USA og Hamas seinastu dagarnar, sigur ein Hamas-ráðgevi, men USA hevur ikki váttað hesi tíðindi.
USA hevur enn ikki váttað, at samráðst verður við Hamas
Mynd: Jack Guez/AFP  
 
09.03.2025 - 10:21

Adam Boehler, sum samráðist vegna USA um gíslarnar, hevur havt fleiri fundir við Hamas-leiðarar.

Tað sigur Taher Al-Nono, sum er ein ráðgevi hjá Hamas, við Reuters. USA hevur tó ikki váttað tíðindini.

Fyrsti partur av av vápnahvíldini millum Hamas og Ísrael gekk út fyrst í mars, og semja er enn ikki gjørd um annan part av vápnahvíkdini.

Benjamin Netanyahu, forseti í Ísrael, hevur roynt at longt fyrsta part av avtaluni, men Hamas hevur hildið fast við at fara víðari til annan part av avtaluni.

USA hevur annars ikki viljað samráðst beinleiðis við Hamas, síðani uttanríkismálaráðið í USA í 1997 boðaði frá, at felagsskapurin er ein yvirgangsfelagsskapur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360