KAKUMiKS: Spennandi bakikapping fyri børn og ung kemur skjótt úr ovninum!

Um KVFTíðindi
KAKUMiKS: Spennandi bakikapping fyri børn og ung kemur skjótt úr ovninum!
KAKUMiKS er bakikapping, har 16 børn baka kakur og kappast ímóti hvørjum øðrum
Kemur úr ovninum 28. mars!
 

Spildurnýtt undirhald til størri børn kemur í sjónvarpið og á KVF MiKS í næstum! KAKUMiKS er bakikapping, har 16 børn baka kakur og kappast ímóti hvørjum øðrum. Tey eru tvey á hvørjum liði og brúka alla sína vitan og góða handverk fyri at koma allan vegin í finaluna.

Vertur í sendingini er Svend Danielsen.


KVF MiKS vindur upp á seg

Eitt aðalmál hjá Kringvarpinum er at menna tilfar til børn í øllum aldri. Alsamt meira tilfar verður gjørt til børn og ung í aldrinum 9-14 ár, sum er málbólkurin hjá KVF MiKS. Hetta er sera umráðandi, sigur Barbara Samuelsen, leiðari á Mentan:

New div after blockquote

Vit vita, at hesin aldursbólkurin er ringur at raka, og at hann ofta velur útlendskt tilfar framum. Men tað er umráðandi, at vit gera føroyskar sendingar til eldru børnini eisini, sum tey kunnu spegla seg í og kenna seg aftur í. KVF MiKS er eitt frambrot í hesum sambandi.


Kendir hjálparbakarar við í køkinum

Í hvørjum parti eru tvey umfør. Í fyrsta umfari fáa liðini hjálp frá kendum hjálparbakarum, eitt nú Danny Baldursson, Døgg Nónsgjógv og Angelu og Hannibal. Í hesum umfari skulu tey baka smákakur og fáa ein tíma til tað. Tey vita ikki frammanundan, hvat tey skulu baka, so tey hava ikki fyrireikað seg.

Í øðrum umfari baka liðini uttan hjálp, tvey og tvey á hvørjum liði. Tey hava fingið eitt evni til kakuna at vita frammanundan, og her hava tey havt møguleika at baka heima og fyrireika seg. Kakan skal so bakast í KAKUMiKS-køkinum upp á tveir tímar.


Dómarar og vinningar

Dómararnir, ið fara at smakka og døma kakurnar, eru Kirstin Hammer, sum eigur og rekur Gómagott í Havn, og Olevina Sundsskarð, sum eigur og rekur Kondittarí Marietta í Klaksvík. Tær báðar geva liðunum stig fyri hvørt umfar, og tað liðið, ið hevur flest stig, tá kakurnar eru bakaðar, vinnur, og fer víðari í kappingini.

Vinnararnir av KAKUMiKS fara avgjørt ikki tómhentir heim; teir ogna sær eina glasmuffu at reypa sær við, eina kurv við ymsari kakuútgerð, og so fæst vinnarakakan til keyps í Gómagott og Kondittarí Mariettu! So øll fara at hava møguleika at smakka vinnarakakuna.

Hon er at fáa í ein heilan mánað eftir, at seinasti partur verður vístur í sjónvarpinum. 10 % av søluni fer til arbeiðið hjá Barnabata.


KAKUMiKS er framvegis í ovninum og verður klárt at borðreiða 28. mars. Sendingin er í sjey pørtum og verður at síggja fríggjakvøld í sjónvarpinum og sjálvandi eisini á kvf.fo/miks.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386

Um kvf css