Óvissa av tollkrígnum kann ávirka føroyska útflutningin

Óvissa av tollkrígnum kann ávirka føroyska útflutningin
Óvissan, ið tollkríggið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, elvir til, kann raka fiska- og laksaútflutningin. Tað ásanna stjóri í Bakkafrosti og sølustjóri í JFK
Bárður Thomsen
Tollkríggið, ið Donald Trump, amerikanskur forseti, er upphavið til, kann ávirka laksaútflutningin
14.03.2025 - 08:34

Tað er óvissan, sum skapar minkandi keypsorku, sum er størsta hótannin, nú amerikanski forsetin, Donald Trump, er farin í tollkríggj við eitt nú Kanada og ES. 

Tað siga Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, og Jógvan Hansen, sølustjóri í JFK. 

Í seinastuni hevur man hoyrt nógv um toll, sum Donald Trump ætlar sær at seta á vørur, sum verða innfluttar.


Mynd: AP

 

Hann hevur hótt við at seta tolll á vørur úr ES, men Føroyar er ikki ein partur av tí, so man veit ikki um tollurin fer at rakar.

"Um man ikki fær selt til USA, so má man sleppa inn á onkran annan marknað. Hetta kann skumpa okkum út, men tað stúra vit ikki fyri," sigur Jógvan Hansen, sølustjóri í JFK. 


Jógvan Hansen, sølustjóri í JFK (Mynd: Bárður Thomsen)

 

Bakkafrost útflytur 25% av sínum laksi til USA. Og hóast Regin Jacobsen, stjóri, sjálvan

"Keypiorkan minkar, og tað ávirkar laksaprísir. Í Evropa selja vit mest til vanligar kundar, men í USA er tað mest beinleiðis til matstovur, sum ikki eru líka viðbreknar fyri prísbroytingum," sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.


Malan á Dunga, búskaparfrøðingur (Mynd: Bárður Thomsen)
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
Skratsj 14. oktobur 2026
214778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655