Gera arbeiðið liðugt á Klaksvíkar sleipistøð

Gera arbeiðið liðugt á Klaksvíkar sleipistøð
Polarstjørnan stendur framvegis á bedingini, men enn er ógreitt, nær hon fer aftur á sjógv
Í síðsta mánaði eydnaðist við serkønari hjálp úr Danmark at fáa skipið á beint aftur á sleipistøðini í Klaksvík.
 
17.03.2025 - 12:20

Línuskipið Polarstjørnan stendur framvegis á bedingini hjá Klaksvíkar sleipistøð. 

Tað var 19. desember, at Polarstjørnan koppaði av bedingsvogninum, tá ið hon skuldi av bedingini. Skipið var komið umleið hálva leið úr sjónum, tá óhappið hendi, men stutt eftir kundu kavarar staðfesta, at skipið ikki hevði fingið skaða.

Men í síðsta mánaði eydnaðist við serkønari hjálp úr Danmark at fáa skipið á beint aftur. 

 

Gera alt arbeiðið í Klaksvík

Ætlanin var tá, at Polarstjørnan skuldi sigla til Havnar, har hon skuldi upp á beding hjá MEST.

Línuskipið stendur tó framvegis á bedingini hjá Klaksvíkar sleipistøð, tí alt arbeiðið verður nú gjørt har, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð.

Hann dugir ikki at siga, nær Polarstjørnan fer á sjógv aftur.

Polarstjørnan, sum er bygd í Noregi í 1971, er 417 bruttotons. Skipið er góðar 37 metrar langt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763