Stórur áhugi fyri at læra til elektrikara

Stórur áhugi fyri at læra til elektrikara
Elbreytin hevur fingið 66 umsóknir
Tað er spennandi at gerast elektrikari.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.03.2025 - 09:34

Tað er spennandi at gerast elektrikari.

Í øllum førum sambært tølunum um umsóknir til miðnám. 

176 søktu inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar, nakað tað sama sum í fjør. 

Serliga elbreytin er væl umtókt. Hon fekk 66 umsóknir.

 

Náttúrubreytin best umtókt

613 umsóknir eru til gymnasialu breytirnar, 46 færri enn í fjør.

Náttúrubreytin er best umtókt. Hon fekk 207 umsóknir. 

Á øðrum plássi kom búskaparbreytin. Har eru 171 umsøkjarar.

88 søktu inn á hugbreyt, 17 fleiri enn í fjør. Men í 2022 var talið 154.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026