Heilsuhjálparar heimild til arbeiðssteðg

Heilsuhjálparar heimild til arbeiðssteðg
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur samtykt, at felagið kann fara í arbeiðssteðg, um samráðingarnar ikki bera á mál.
Týsdagin verður nýggj semingsroynd á Hotel Føroyum
Mynd: Heilsuhjálparafelag Føroya  
 
23.03.2025 - 14:40

Aðalfundurin leygardagin var merktur av støðuni í sáttmálasamráðingunum, nú felagið týsdagin fer undir nýggja semingsroynd á Hotel Føroyum.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, greiddi limunum, sum vóru møttir á fundinum, frá um samráðingarnar og gongdina higartil.

Eitt nú nevndi hon stóru avbjóðingarnar við, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið krevur skerjing í verkfalsrættinum, afturfyri fyri at felagið fær endurgjald fyri ta óvanligu høgu inflasjónina, ið onnur feløg fingu endurgjald fyri í 2022.

Avreiða ikki verkfalsrættin
Á aðalfundinum var breið semja um, at verkfalsrætturin ikki skal avreiðast. Og verkfall kann spyrjast burturúr, og á aðalfundinum legði nevndin fram uppskot um, at nevndin fær heimild at lýsa arbeiðssteðg, um samráðingarnar ikki bera á mál.

Tað var samtykt, og tí sigur Heilsuhjálparafelag Føroya tað vera við stórari undirtøku frá limunum, at farið verður aftur til samráðingarborðið týsdagin.

Sáttmálin millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fór úr gildi 1. oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928