Almannaverkið 50 ár í dag

Almannaverkið 50 ár í dag
Almannaverkið er nú landsins størsti stovnur. Tað hevur 1.200 starvsfólk og ein triðing av fíggjarlógini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.04.2025 - 07:58

Almannaverkið hevur 50 ára stovningardag í dag.

1. apríl 1975 varð Almannastovan sett á stovn. Áðrenn almannaøkið kom á føroyskar hendur, hevði tað verið umsitið av Danmark.

Fyrstu tíðina arbeiddu 15 fólk í Almannastovuni, sum bara umsat sosiala økið.

Seinni komu stovnar, tænastur og onnur ábyrgdarøki. Føroyingar hava staðið fyri Umsitingini og menningini á økinum tey seinnu nógvu árini. 

Um ein mánað, 2. mai, verður stórt hátíðarhald í Norðurlandahúsinum í sambandi við 50 ára stovningardagin.

Almannaverkið er nú landsins størsti stovnur. Tað hevur 1.200 starvsfólk og ein triðing av fíggjarlógini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457