Formaðurin: Miðlafólk eiga at sleppa at skipa seg sum eitt yrki

Formaðurin: Miðlafólk eiga at sleppa at skipa seg sum eitt yrki
Felagið fær ikki samráðingarrættin um sáttmála til limir sínar, og fer tí at stevna landsstýrinum við kravi um, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna henda rætt
Jón Brian Hvidtfeldt er formaður í Føroyskum Miðlafólkum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.04.2025 - 13:45

Eins og í londunum rundanum okkum, mugu føroysk miðlafólk sleppa at skipa seg sum eitt yrki.

Tað er ein sjálvsagdur rættur hjá okkum og grundleggjandi, fyri at kunna hjúkla um hetta yrkið, sum er so skroypiligt frammanundan

Tað sigur Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Felagnum Føroysk Miðlafólk.

Felagið fær ikki samráðingarrættin um sáttmála til limir sínar, og fer tí at stevna landsstýrinum við kravi um, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna henda rætt.

Við stevningini, sum nú verður latin Føroya rætti, krevur felagið, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg við egnum sáttmála í almenna public service-stovninum Kringvarpi Føroya:

 

02042025_JBH_1

 

Galdandi sáttmáli fer úr gildi í heyst, og felagið vónar, at Føroya Rættur tekur støðu skjótt:

 

02042025_JBH_2


 
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur onga viðmerking til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343