Koblingarstøðin á Sandi reist

Koblingarstøðin á Sandi reist
Støðin skal hýsa avbrótarum og transformatorum, og haraftrat skal byggjast battaríhøll
Bygningurin stendur í grótbrotinum á Sandi.
Mynd: SEV  
 
03.04.2025 - 08:20

Fyri lítlari viku síðani var reisigildi á koblingartøðini hjá SEV heima á Sandi.

Bygningurin stendur í grótbrotinum í bygdini. Hann er 962,5 fermetrar til støddar og í tveimum hæddum.

Koblingarstøðin skal hýsa 60 og 20 kilowatt avbrótarum, transformatorum og øðrum.

 

Framtíðartryggja netið

SEV sigur, at endamálið við koblingarstøðini er fyrst og fremst at styrkja og framtíðartryggja netið í Sandoynni, har fleiri útbyggingar eru fyri framman.

Eitt nú smoltstøð í Skálavík og vindmyllulundin í Klivaløkshaga.

Eisini er koblingarstøðin ein liður í at styrka netið í Suðuroy, har eftirspurningurin eftir elorku fer at økjast.

Um Suðuroyartunnilin ikki kemur í bræði, ætlar SEV at leggja ein sjókaðal til Suðuroyar fyri at knýta elnetið í Suðuroy í netið í meginøkinum.

 

Battaríhøll

Aftrat koblingarstøðini skal ein 586 fermetra stór battaríhøll eisini byggjast.

Hon skal hýsa eini battarískipan, sum ger tað lættari at gagnnýta orkuna frá vindmyllulundini í Klivaløkshaga. 

Báðir bygningarnir væntast at standa lidnir um ársskiftið, og skipanirnar verða settar í rakstur á heysti 2026.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194