Kerit keypt fyri 12 milliónir kr.

Kerit keypt fyri 12 milliónir kr.
Heilbrigdi fer at halda til fyrrverandi nunnukleystrinum, og bygningurin hjá Heilbrigdi á Velbastað verður seldur
Keypssáttmáli er nú gjørdur um Kerit, sum skal hýsa Heilbrigdi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.04.2025 - 10:03

Nú er skrivað undir keypssáttmála um fyrrverandi nunnukleystrið Kerit í Havn.

Kerit er keypt fyri 12 milliónir kr., og Heilbrigdi fer at halda til í bygninginum.

Bygningurin, sum er frá 1980, hevur 11 kømur, og er í góðum standi.

Gamla nunnukleystrið skal umbyggjast, so tað hóskar betur til virksemið hjá Heilbrigdi. Arbeiðið er ikki boðið út enn, og tí verður umbyggingin væntandi ikki liðug í ár, sigur Árni Gregersen, nevndarformaður í Heilbrigdi. 

Verandi bygningur hjá Heilbrigdi á Velbastað skal seljast. Enn er óvist, nær bygningurin verður seldur.

Ein sjálvsognarstovnur eigur bygningin hjá Heilbrigdi á Velbastað, og landskassin fær tað, sum bygningurin verður seldur fyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065