Royna nú at toga Skoraberg av

Royna nú at toga Skoraberg av
Líkindini eru batnað, tí tað er farið at fløða
Skoraberg sigldi á land í nátt, tá hann var á veg til Klaksvíkar.
Mynd: Ernst Johannessen  
 
04.04.2025 - 11:31

Nú um hálvgum tólv tíðina fer Rescue Ziska at gera eina roynd at fáa trolaran Skoraberg leysan.

Líkindini eru batnað, tí tað er farið at fløða.

Skoraberg sigldi á land sunnast á Kalsoynni nátt, tá hann var á veg á Klaksvík við 75 tonsum av upsa.

Manningin var tikin av skipinum, av trygdarávum. 

Brimil liggur eisini hjá Skorabergi, og Elias Zachariassen, sigur, at eydnast tað ikki hjá Rescue Ziska at fáa Skoraberg leysan, fer Brimil at gera eina roynd aftur um middagsleitið.

Sí videobrot, sum Ernst Johannessen hevur tikið:

 

SKORABERG

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659