Sorgarbólkur í Vesturkirkjuni

Sorgarbólkur í Vesturkirkjuni
Sjúkrahúspresturin, Hanus á Gørðum, skipar í næstum fyri sorgarbólki fyri vaksin í Vesturkirkjuni í Havn.
Síðst í apríl hittist sorgarbólkur í Vesturkirkjuni í Havn
 
06.04.2025 - 15:03

Børn og ung upp til 29 ár hava møguleika at fáa stuðul í sorgarbólkum hjá Beranum, sorgarbólkar eru eisini fyri foreldur, sum hava mist eitt barn í móðurlív upp til 29 ár, og ókeypis sálarfrøðihjálp er til tey, sum hava mist, og til tey, sum eru rakt av álvarsligari fysiskari sjúku, - eisini frá Beranum.

Og vaksin, sum hava mist ein av sínum kæru av krabba, hava møguleika at fáa stuðul í sorgarbólki hjá Krabbameinsfelagnum.

Men tey vaksnu, sum bara hava mist, hava ikki hendan sama møguleikan.

- Tørvurin hjá fólki, sum brádliga missa ein av sínum kæru, sýnist vera stórur fyri at sleppa í samrøðubólk, sigur sjúkrahúspresturin, Hanus á Gørðum, sum í næstum skipar fyri sorgarbólki fyri vaksin í Vesturkirkjuni í Havn.

Fyrsti sorgarbólkurin byrjar í Vesturkirkjuni síðst í hesum mánaðinum.

 

1736343

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360