Fleiri børn verða fødd

Fleiri børn verða fødd
Seinasta árið eru fødd 605 børn
Rákið í burðartalinum gevur ábending um, at gongdin, sum hevur verið spakuliga minkandi síðan 2020, er vend til ein vøkstur, sigur Hagstovan. (Savnsmynd)
 
11.04.2025 - 08:19

Fleiri børn koma nú í Føroyum.

Rákið hjá burðartalinum gevur ábending um, at gongdin, sum hevur verið spakuliga minkandi síðan 2020, er vend til ein vøkstur, skrivar Hagstovan.

Frá mars 2023 til mars 2024 blivu fødd 563 børn.

Frá mars 2024 til mars í ár blivu fødd 605 børn.

 

Deyðatalið meira støðugt

Gongdin í deyðatalinum er meira støðug.  

Sambært nýggjastu tølunum kom fólkavøksturin seinasta árið av einum burðaravlopi, sum var 159, og nettoflyting, sum var 175 fólk. 

Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn frá 1. mars 2023 til 1. mars 2024. 

Rálkið hjá flytingum gevur ábending um, at gongdin í tilflytingini ikki minkar eins nógv og áður, men minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram, skrivar Hagstovan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928