Nýggja Steno Miðstøðin seinkað

Nýggja Steno Miðstøðin seinkað
Upprunaliga var ætlanin, at nýggja Steno Miðstøðin skuldi vera klár í 2026, men av tí at seinkingar eru komnar í, verður arbeiði ikki liðugt fyrr enn í 2027
Sigurð Vang er deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverk.
Mynd: Kristianna Klein  
 
26.04.2025 - 14:50

Seinkingar eru komnar í arbeiðið við nýggju Steno Miðstøðini, og tí fer bygningurin ikki at standa klárur fyrr enn í 2027. 

Í næstum verður klárt at bjóða verkætlanina út, sigur Sigurð Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki.

Upprunaliga var ætlanin, at Steno Miðstøðin skuldi vera klár í 2026, men tey innleiðandi stigini í fyrireikingini til verkætlanina hava tikið longur tíð enn væntað. 

Fyrsta stigi bleiv tikið í fjør, tá innihaldið bleiv lýst. Hetta skuldli gerast í tøttum samstarvi við starvsfólk á sjúkrahúsinum, greiðir Sigurð Vang frá.

Aftaná skuldi ein ráðgevð finnast til at tekna og projektera nýggju Steno Miðstøðina.

"Tað hevur so tikið ta sømiligu tíð, tað hevur tikið, og vit meta, at tað er umráðandi við eini góðari fyrireiking," sigur Sigurð Vang.

Enn er ætlanin at byggja Steno Miðstøðina omaná C-bygningin, sum stendur til høgru fyri høvuðsdyrnar á Landsjúkrahúsinum. Bygningurin verður í tveimum hæddum. Sí reyða bygningin á myndini niðanfyri. Litirnir verða ikki sum á myndini, men myndin gevur ein hóming av, hvussu bygningurin fer at síggja út.

 

 

Mynd: Landsverk

Verkætlanin verður fíggjað av Novo Nordisk grunninum. Ein eykajáttan verður neyðug at fáa til vega, sambært Sigurði Vang.

Tað snýr seg um góðar tvær milliónir, sum skulu fara til at rigga A-bygningin til, soleiðis at hann kann hýsa teimum starvsfólkum, sum eru í C-bygninginum sum nú er.

 

Hoyr innslagið her:

Steno21
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846