Brúkiligur fiskiskapur eftir svartkalva

Brúkiligur fiskiskapur eftir svartkalva
Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap eftir svartkalva, útróðrarbátarnir hava smáligt fiskarí, meðan flestu partrolararnir royna eftir gullaksi
Frystilínuskipið Klakkur roynir í Eysturgrønlandi
Mynd: Hans Bergur Hansen  
 
06.05.2025 - 11:06

Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin. Eitt garnaskip fiskar havtasku.

Tveir trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og nakað av flatfiski.

Ísfiskalínuskipið er norðanfyri.

 

Flestu frystilínuskipini undir Føroyum 

Eitt frystilínuskip fiskar við Eysturgrønland, og tvey sigla heim haðani.

Eitt frystilínuskip er á Flemish Kap, og fýra eru við Føroyar. 

Tey fiska tosk, hýsu, longu og brosmu.

 

Gott veður og hampiligur streymur

Streymurin er hampiligur og veðrið er gott.

So Fiskamarknaðurin væntar nakað av fiski frá útróðrabátunum nú í vikuni. 

Men bátarnir hava smáligt fiskarí.

 

Trý pør úti

Tveir ísfiskatrolarar fiska við Føroyar. Teir fiska svatkalva, upsa og annan djúpvatnsfisk. 

Ein er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva.  

Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Føroyar.

Um partrolarar verður sagt, at trý pør eru úti. Tvey pør fiska gulllaks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938