Eitt stig sendir Føroyar til EM

Eitt stig sendir Føroyar til EM
Føroyska manslandsliðið í hondbólti er øgiliga nær enn einum EM-endaspæli og skal bara brúka eitt stig móti Kosovo til at tryggja sær EM-billettina
Óli Mittún brýtur í gjøgnum hollendsku verjuna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.05.2025 - 12:18

Hóskvøldið spæla Føroyar á útivølli móti Kosovo og EM-endaspælið í Kroatia, Noregi og Danmark er næstan tryggjað, eftir góðu avrikini móti Hollandi í mars.

Føroyar spældu javnleik móti Hollandi í fyrsta landsdystinum í stórhøllini við Tjarnir, og fýra dagar seinni vann føroyska landsliðið 32-31 móti Hollandi í Amsterdam.

EM-endaspælið er heilt tryggjað við javnleiki móti Kosovo.


Endaspælið kann gleppa av føroyskum hondum

Tað skal vilja illa til hjá føroyska landsliðnum, sleppur liðið ikki við til EM-endaspælið í januar 2025.

Í allarversta føri kunnu Føroyar enda á 4. plássið og sleppa sostatt ikki við til endaspælið.

Her eru tvey senario, har Føroyar enda nummar fýra í bólkinum:

Senario 1
Føroyar tapa við 11 ella fleiri málum móti Kosovo, og tapa móti Ukraina á heimavølli sunnudagin. Holland vinnur móti Kosovo ella Ukraina. Hendir tað, so hava Føroyar 5 stig, men Kosovo er betur innanhýsis og bæði Holland og Ukraina hava fleiri enn 5 stig.

Senario 2
Føroyar tapa móti Kosovo, og tapa móti Ukraina sunnudagin. Kosovo fær stig á útivølli móti Hollandi sunnudagin. Vera hesi úrslitini, so hava Føroyar 5 stig og øll hini liðini hava 6 stig ella fleiri.


Triðja plássið er mest sannlíkt nokk

Enda føroyingarnir á 3. plássið í bólkinum, er tað øgiliga sannlíkt at teir skulu til EM. 

Orsøkin er, at Føroyar hava trý innanhýsis stig í 3'ara roknskapinum, av tí at Føroya hava trý stig móti Hollandi. Men Holland kann tapa báðar dystirnar, og so er 3'ara roknskapurin rættiliga fløkjaligur, eru boðini úr Hondbóltssambandinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195799
Týsdag 19. august
Veðrið
195771
Týsdag 19. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
195740
Mánadag 18. august
3-2 (18. august 2025)
195726
Mánadag 18. august
Veðrið
195712