Veddingarfyritøkurnar vænta føroyskan sigur

Veddingarfyritøkurnar vænta føroyskan sigur
Føroyar eru favorittar at vinna útidystin móti Kosovo í kvøld, tað siga altjóða veddingarfyritøkurnar, sum meta, at tað eru sløk 75 prosent vissa fyri føroyskum sigri
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.05.2025 - 09:41

Kosovobúgvar taptu við 11 málum fyri Føroyum í november í fjør og veddingarfyritøkurnar hava eisini givið føroysku monnunum greiðan favorittleiklut í Pristina í kvøld.

Setir tú ein hundraðkrónuseðil á at Føroyar vinna dystin, fært tú okkurt um 135 krónur aftur, um tað eydnast føroyingum.

Rokna um til prosent, eru veddingarfyritøkurnar 75 prosent vísar í, at Føroyar vinna dystin.

 

Óvanliga tættur bólkur

Undankappingarbólkurin við Føroyum, Ukraina, Hollandi og Kosovo er tættur.

Føroyar eru á odda í bólkinum við 5 stigum, Holland og Ukraina hava bæði 4 stig og aftast er Kosovo við 3 stigum.

Øll liðini kunnu framvegis spæla seg til EM-endaspælið næsta ár.

Føroysku menninir skulu bara brúka eitt stig móti Kosovo í kvøld, so er EM-billettin tryggjað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162