Ávara ímóti at hækka gjøld hjá sjóvinnuni

Ávara ímóti at hækka gjøld hjá sjóvinnuni
Reiðarafelagið fyri farmaskip hevur latið landsstýrinum hoyringarsvar og tekur ikki undir við broytingunum
Farmaskipið Mykines. Reiðarafelagið fyri farmaskip sigur, at 48 gjøld, sum eru áløgd sjóvinnuni, hækka í miðal 127 prosent.
 
21.05.2025 - 09:20

48 gjøld, sum eru áløgd sjóvinnuni, hækka í miðal 127 prosent, sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip, sum ávarar móti hækkingunum og eisini móti vantandi gjøgnumskygni.

Reiðarafelagið hevur latið landsstýrinum hoyringarsvar og tekur ikki undir við broytingunum. 

Í hoyringarsvarinum sigur felagið, at broytingarnar eru ikki bara um vanligar reguleringar, men um veruligar hækkingar og nýggj gjøld. 

Hetta skapar óvissu og økt trýst á vinnuna, sigur felagið.

 

Má samsvara við arbeiðsbyrðuna

Felagið minnir á, at eitt gjald, sum verður álagt fyri eina tænastu ella eitt eftirlit, eigur at samsvara við arbeiðsbyrðuna og kostnaðin, sum myndugleikin hevur. 

Fleiri gjøld, sum nú skulu hækka, tykjast tó ikki at fylgja hesi meginreglu, tí hækkingarnar eru so stórar.

Eitt dømi er gjaldið fyri skráseting í Føroysku altjóða skipaskránni.Tað hækkar millum 15.000 og 30.000 krónur, 25 prosent.

Reiðarafelagið fyri handilsskip heldur, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eigur at greiða frá, hvørji sjónarmið og hvørjar grundgevingar eru grundarlag undir broytingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Future Sports", Baldur
209322
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207