Í íðuni hjá FRUM

Í íðuni hjá FRUM
FRUM gevur í dag út nýggja plátu, "Whirlpool", ið merkir íða. Plátan er ein poetisk og elektronisk ferð gjøgnum lívsins ringrásir og broytingar, greiðir hon frá í LEITISSTEIN
 
23.05.2025 - 12:58

Føroyska tónaskaldskvinnan Jenny Augustudóttir Kragesteen, ið framførir undir listanavninum FRUM, letur í dag úr hondum nýggju plátuna "Whirlpool".

Plátan verður útgivin á Tutl Records og er ein poetisk og elektronisk ferð gjøgnum lívsins ringrásir og broytingar.

Hetta greiðir Jenny Augustudóttir Kragesteen frá í sendingini LEITISSTEIN, har nýggja plátan bleiv frumspæld. 

"Eg havi arbeitt við hesari plátuni í tvey og eitt hálvt ár, og tað riggar best hjá mær at granska eitt ávist konsept á mínum plátum. Á hesari plátuni eru tað hugleiðingar um heimshvirluna og heimssirkualtiónir, ið eg granski. Hetta eru ringrásirnar, vit øll eru partur av, í náttúruni, í sólskipanini, í árstíðunum, og í okkara egna innara lívi," greiðir Jenny frá. 

 

Eksperimentalur elektro-poppur

Tónleikurin er skrivaður og framleiddur í Akureyri og Bergen, og "Whirlpool" sameinir eksperimentalan elektro-popp við persónliga dýpd.

Á plátuni eru átta løg, umframt eitt intro og outro, og tey lýsa eina ferð gjøgnum transformatión, endurnýggjan og samband – bæði við seg sjálvan og við heim, ið alsamt broytist. 

"Á plátuni havi eg tilvitað lagt dent á at samstarva við kvinnuligar ljóðframleiðarar og skapa eitt rúm, har kvinnuligar røddir og sjónarhorn sleppa framat, bæði í ljóði og í skapanarmegi."

 

Hoyr LEITISSTEIN-sendingina við FRUM á KVF Ljóð

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týskvøld kl. 21, hósdag kl. 13 og á KVF Ljóð, tá tað passar tær

 

1744590

 

 

Leinkja til "Whirlpool"-plátuna hjá FRUM liggja HER: https://frum.lnk.to/album

FRUM kann fylgjast á:

TikTok: https://www.tiktok.com/@frumverse
Instagram: https://www.instagram.com/frumversee/
Facebook: https://www.facebook.com/frumvers

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. februar
Dansival - Gestur er Hilmar Joensen
204002
Týsdag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
203980
Týsdag 10. februar
Morgunlestur týsdagur 10.februar 2026
203857
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882