Magnus Jákupsson danmarkarmeistari

Magnus Jákupsson danmarkarmeistari
Magnus Jákupsson hevur vunnið DM í 200 metra ryggsvimjing. Aðrir føroyskir svimjarar hava eisini gjørt um seg í Danmarkarmeistarakappingini
Magnus Jákupsson hevur vunnið DM-gull
 
14.11.2013 - 16:52

Magnus Jákupsson bleiv seinnapartin danmarkarmeistari í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil. Svimjing.com skrivar, at Magnus svam teinin upp á 1.54.90. Hann var væl frammanfyri nummar tvey, Anders Jensen, sum kom á mál við tíðini 1.56.87

Umframt at vinna DM í 200 metra ryggsvimjing, kláraði Magnus Jákupsson eisini kravtíðina til EM í Herning, sum verður í desember. Kravtíðin er 1.55.27.

Pál Joensen vann bronsu í 400 metur frí. Hann kom á mál við tíðini 3.46.43. Nummar eitt bleiv Mads Glæsner, 3.41.81, og nummar tvey bleiv Anton Ø. Ipsen við tíðini 3.45.94.

Ungi klaksvíkingurin,Alvi Hjelm, luttekur eisini í DM. Hann vann í dag silvur í juniorkappingini á 400 m frí teininum við tíðini 3.55.88. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542