Klaksvíkar Hornorkestur fyri fullum útblástri

Klaksvíkar Hornorkestur fyri fullum útblástri
Tað gongur sera væl hjá Klaksvíkar Hornorkestri, sum fríggjakvøldið hátíðarhelt 75 ára stovningardagin við fullsettari konsert í Varpinum
Klaksvíkar Hornorkestur 75 ár, Lív Kjølbro Skarðsá hevur teknað
 
02.06.2025 - 09:19

Tað var kongsvitjanin í juni í 1949, sum var orsøkin til, at Klaksvíkar Hornorkestur varð stovnað tann 5. mai í 1950, sigur Hanus Kjølbro, ið er ein av blásarunum í hornorkestrinum. Dannebrog kom fyrst á Havnina, har ið Havnar Hororkestur tók ímóti. Seinri fór Dannebrog til Klaksvíkar, har ið kongaskipið steðgaði á Pollinum, fyri at Thorshavn kundi leggja at fyrst, soleiðis at Havnar Hornorkestur kundi fara í land í Klaksvík, har ið orkestrið síðani tók ímóti Dannebrog og Fríðriki kongi. Hetta vildu norðoyingar ikki hava sitandi á sær, og tí varð Klaksvíkar Hornorkestur stovnað í 1950.

Í dag gongur tað sera væl hjá Klaksvíkar Hornorkestri, ið telur met nógvar tónleikarar, samstundis sum tilgongdin av ungum blásarum er í hæddini.

 

Ein sermerkt tekning av orkestrinum varð avdúkað í samband við 75 ára dagin

Nú Klaksvíkar Hornorkestur fylti 75 ár, var manningin tikin á bóli, tá Lív Kjølbro Skarðsá, ið er ein av ungu blásarunum og dóttur Hanus, vísti teimum eina tekning, ið hon hevði gjørt av øllum orkestrinum, og hvørs hugskot hon fekk fyri einum mánað síðani. Tá orkestrið sá tekningina á fyrsta sinni, bleiv ein øgiligur látur, sigur Hanus og leggur afturat, at øll kendu seg aftur í tekningini.

Tað var annars abbi Hanus, Poul Nolsøe Kjølbro, sum eisini er langabbi Lív, ið teknaði búmerkið hjá Klaksvíkar Hornorkestri fyri 75 árum síðani.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Hanus Kjølbro, ið endar við at Klaksvíkar Hornorkestur spælur  brot úr Tìðin rennur sum streymur í á, sum orkestrið spældi í Varpinum fríggjakvøldið. Og tað var heimskendi dirigenturin, Alan Fernie, ið stjórnaði.

 

1746658

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
203980
Týsdag 10. februar
Morgunlestur týsdagur 10.februar 2026
203857
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882